Aftur

Samfundet Sverige-Färöarna


Í 1973 tók Birgitta Hylin sum nevnt stig til saman við nøkrum vinfólkum at stovna vinafelagið Samfundet Sverige-Färöarna. Hjá henni var tað eitt kall at breiða út kunnleika um Føroyar í Svøríki sum eina roynd at fáa í lag meira samband millum fólkini í hesum báðum londunum.

Endamálið hjá felagnum verður lýst at vera:
• í Svøríki at kunna um føroyska náttúru og mentan, mál, bókmentir, list, tónleik, fólkamentan, søgu, samfelags- og vinnulív
• at fáa í lag persónlig sambond
• at stimbra mentanarliga samstarvið landanna millum

Felagið er stovnað 14. november 1973, og í fyrstu nevndini sótu Birgitta Hylin, Erik Stark, Gunnar Åkerblom, Lotta Andersson og Björn Hagström.

Felagið fekk viðtøkur í februar 1974, og longu hetta sama árið tilnevndi felagið heiðurslimir: Ejnar Fors Bergström, Sten Nordensköld og Laura Stridsberg.

Ejnar Fors Bergström (1892-1976) vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í 1930. Hann var aftur í Føroyum nakað eftir kríggið við bókagávuni, sum svenski ríkisdagurin hevði samtykt at lata Føroya løgtingi, nú Føroyar høvdu fingið heimastýri. Hann vitjaði aftur í Føroyum síðst í 1960’árunum, og hesar báðar ferðirnar lýsti hann í greinarøð í Uppsala Nya Tidning (Ejnar Fors Bergström: Färöiskt tvärsnitt. Återseende med Färöarna efter 20 och 40 år. Uppsala, 1969. Serprent). Hann skrivaði seinni greinarøð í Uppsala Nya Tidning um nýtímans føroyskar bókmentir (Färöisk kulturinsats Uppsala, 1973. Serprent). Eisini skrivaði hann bókina Den färöiska boken. En nordisk kulturinsats (Stockholm, 1974) til føroysku bókaframsýningina á Kungliga Biblioteket í Stockholm í 1974.

Sten Nordensköld (1889-1987) var filmsleikstjóri, m.a. kendur fyri filmin Farornas ö (1930, 74 min.), ið er heimildarfilmur um, hvussu vanligi føroyingurin livdi og lívbjargaði sær um hetta mundið. Filmurin er tikin upp summarið 1929 fyri tað mesta í Skúvoy og Stóru Dímun.
Sten Nordensköld týddi eisini bókina Ein vandaferð eftir Fríðrik Bláhamar til svenskt (En vådlig färd. Översättning: Sten Nordensköld. Stockholm, Samfundet Sverige-Färöarna, 1982). Birgitta Hylin skrivaði ískoytið til hesa útgávuna: Några fakta om förhållandena i Färöarna kring andra världskriget.

Laura Stridsberg (1884-1976) var bókavørður á Nordiska Museet í Stockholm. Hon lærdi seg og lærdi frá sær føroyskan dans í Folkvisedanslaget fyrst í farnu øld, tá ið tjóðskaparromantikkurin var so høgt í metum millum tey mentaðu.

Limatalið vaks skjótt
Í 1974 vóru longu 110 limir í felagnum, men limatalið vaks skjótt til einar 350-400 limir, men er minkað nakað aftur seinnu árini. Limir vóru í øllum Svøríki, men eisini í Finnlandi og í Føroyum. Felagið Samfundet Sverige-Färöarna var og er framvegis eitt óvanliga virkið felag. Nógv orka verður løgd í at kunna um Føroyar í Svøríki við framsýningum, fyrilestrum og øðrum kunningarvirksemi. Felagið hevði í fleiri ár í 1980’árunum føroyskan bás á stóru Bok- og Biblioteksmässan í Göteborg. Hetta var eftir hugskoti hjá táverandi forkvinnuni Lenu Sewall, sum var bókavørður og rithøvundur.

Limirnir fingu javnan sendandi limabrøv við nógvum upplýsingum um Føroyar og um føroyingar, sum høvdu gjørdt vart við seg í mentanarlívinum.
Felagið hevði kvøldsetur og filmskvøld, fekk fólk úr Føroyum á vitjan og skipaði fyri mentanarferðum til Føroyar fyri limunum.

Av føroyingum, sum vitjaðu á fundum í felagnum, kunnu nevnast eitt nú løgtingsmaðurin Demmus Hentze, sum í 1974 greiddi frá aktuellum viðurskiftum í Føroyum. Tórmóður Dahl, ídnaðarráðgevi, sum í 1976 og 1981 helt fyrilestrar um vinnu, ídnað og umhvørvi, Ingrið Sondum, lærari, greiddi í 1977 frá útbúgvingarstøðuni, Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, greiddi í 1980 frá støðuni í fiskivinnuni, og Sjúrður Poulsen úr Skúvoy segði frá fuglaveiði og at síga í bjørgunum.
Jens Pauli Heinesen vitjaði í 1982 og helt fyrilestur ‘Boken, litteraturen och författaren’ í samstarvi við Sveriges Författerförbund, og Gunnar Hoydal vitjaði í 1984 og greiddi frá um Havnina, heimsins minsta høvuðsstað. Oskar Hermansson og Bárður Jákupsson vitjaðu ofta í 1980’árunum og greiddu frá m.a. um føroyska list, mentan og sjónleik. Í mars mánað 1990 var Bárður Jákupsson við á ársfundinum hjá felagnum og greiddi tá frá um William Heinesen sum listamann, sum fylti 90 ár 15 januar hetta árið.

Annars vóru høvuðsevnini á limafundunum frásagnir um føroyskan dans, grindadráp, fólkamentan, siðir og náttúru. Stóru løturnar hjá felagnum vóru, tá ið dansifeløg á ferð komu at vitja og dansa føroyskan dans fyri limunum.

Útgávuvirksemi
Umframt alt hetta rak felagið eisini útgávuvirksemi.

Nevnast kunnu útgávurnar: frásøgnin En vådlig färd (1982) eftir Fríðrik Bláhamar, endurútgávan av Färöarna. Bland hvalfångare och folkvisedansare (1911 /1983) eftir Ester Åkesson, orðabókin Färöord (1984), sum Ebba Lindberg og Birgitta Hylin løgdu tilrættis. Jeffrei Henriksen hevði vegleitt og rættlisið. Stuttsøgusavnið Röster från Färöarna (1985), sum Birgitta Hylin og onnur høvdu týtt. Fotomyndabókin Streymoy & Eysturoy (1990) við myndum hjá Hans Christiansen og Björn Sörensen og við teksti eftir Jens Paula Heinesen. Henda myndabókin var eisini minnisrit um Birgittu Hylin, sum tá fylti 75 ár. Färöarna förr (1994), sum er útgáva av tveimum ferðafrásagnum til Føroya í 1800-talinum, annoteraða bókalistan Färöarna. Litteraturlista. 5. útg., sum Lena Sewall savnaði og Fyra sägner från Färöarna (2001), sum Birgitta Hylin týddi.

Tað var eisini vanligt, at limirnir um jóltíðir fingu eina gávubók frá felagnum.

Samfundet Sverige-Färöarna hevur altíð havt gott samstarv við onnur norðurlendsk vinafeløg. Eitt nú hevur felagið í nøkur ár givið út árbókina Gardar saman við Samfundet Sverige-Island i Lund-Malmö.

Birgitta Hylin var forkvinna tíggjuáraskeiðið 1973-1983. P. G. Braf tók við eftir hana, og síðan hava Lena Sewall, Hans Christiansen, Gunnel Wallén og seinast Nanna Hermansson, vald í 2003, verið formenn/-kvinnur.

Sendi- og ferðavinnuskrivstova
Tað er ikki ov nógv sagt, at felagið Samfundet Sverige-Färöarna í hvussu er tey fyrstu árini við Birgittu Hylin á odda virkaði sum sendi- og ferðavinnuskrivstova fyri Føroyar í Svøríki. Hagar vendu fólk sær, sum vildu hava upplýsingar um Føroyar, ella sum ætlaðu sær at hitta onkran í Føroyum.

Í 20 ára minnisritinum hjá felagnum Färöarna i sikte við undirheitinum: En bok om en förening, förlorad till ett landfyllt av värme, kraft och mänsklighet (Stockholm, Samfundet Sverige-Färöarna, 1993) verður greitt frá virkseminum hesi fyrstu árini hjá felagnum.

Her verður upplýst, at longu í 1981 sendi felagið eftir áheitan frá finska-føroyska vinafelagnum Tjaldur umbøn til undirvísingarmálaráðharran og heitti á hann um at lata føroyingum Seyðabrævið aftur. Hetta hendi sum kunnugt, tá ið Kongsbókin við Seyðabrævinum 29. august 1990 varð latin føroyingum, og hetta fegnaðust limirnir í Samfundet um. Í februar hetta sama árið vóru limir í Samfundet bodnir á Kungliga Biblioteket í Stockholm at síggja Seyðabrævið, sum skuldi latast føroyingum.

Av øðrum virksemi, sum felagið tók stig til, kann nevnast framsýningin um heystið 1979 Fågelfångst på Färöarna á Nordiska Museet í Stockholm, sum Arne Nørrevang og Bárður Jákupsson skipaðu fyri. (Sí ritið Fågelfångst på Färöarna. En utställning. Lagt til rættis hava Arne Nørrevang og Bárður Jákupsson. Týtt hevur Birgitta Hylin. Stockholm, Nordiska museet, i samarbete med Samfundet Sverige-Färöarna, 1980). Í sambandi við hesa framsýningina skipaði felagið í september-oktober fyri fyrilestrarrøð við 6 fyrilestrum um ymisk evni úr Føroyum: fuglaveiði, fiskivinnu, seyðahald, landbúnað, dansurin og málið og bygging.

Í juni 1981 vóru 25 svenskir lærarar á skeiði í Føroyum at kunna seg um føroysk viðurskifti. Birgitta Hylin var skeiðsleiðari, og Föreningen Norden, Samfundet Sverige-Färöarna og Biskops Arnö Nordens Folkhögskola skipaðu fyri. Skeiðið var hildið í Øravík og Klaksvík síðst í juni. Frálæran fevndi um bókmentir, búskap, skúla, vinnulív, ídnað og heilsuverk. Eisini vóru útferðir og vitjað varð á virkjum, og lærararnir fóru eisini upp á gólv at royna seg í føroyskum dansi. Birgitta Hylin undirvísti í máli og fólkalívsfrøði.

Mánakvøldið 29. juni helt Birgitta Østlund, rektari á Samernes Högskola fyrilestur í Ósáskúlanum um smátjóðir í Norðurlondum. Birgitta Hylin sang vísur og spældi undir á guitar.

Samfundet Sverige-Färöarna var eisini við, tá ið framsýningin ”Färöarna på Skansen” var. Bárður Jákupsson var ein teirra, sum skipaði fyri. Frá 1. til 4. september 1988 vóru nógv ymisk tiltøk og framsýningar á Skansen. Landstýrið, Ferðaráðið og Norðurlandahúsið stuðlaðu tiltakinum, og eini 30 fólk frá Samfundet hjálptu til hesar dagarnar.

Virksemisfrágreiðingin 2014
Í virksemisfrágreiðingini 2014 hjá felagnum verður upplýst, at tað nú hevur 114 gjaldandi limir, og at hetta eru 23 fleiri enn árið fyri.

Heiðurslimir eru Bárður Jákupsson, Gunnar Åkerblom, Jeffrei Henriksen, Poul Gilvad, Anna Juul och Høgni Thomsen. Limagjaldið er 150 kr., og felagið fær eisini stuðul frá Föreningen Norden.

Í februar í fjør var eitt nú fyrilestur um svimjuhylin í Hesti. Kjell Havring, sum í síni tíð sjálvboðin var við at byggja hylin, greiddi frá. Á ársfundinum 18 mars greiddi danski sendiharrin í Svøríki, Kirsten Malling Biering frá um "Rigsfællesskabet og Færøerne".

Felagið bjóðaði limunum til Føroya á dansiferð 26. februar til 3. mars. 15 fólk vóru við á ferðini, sum varð skipað í samstarvi við Folkvisedanslaget.

Forkvinnan í Samfundet Sverige-Färöarna, Nanna Hermansson situr í fyrireikingarbólkinum, sum leggur til rættis altjóða kvæðaráðstevnu í Tórshavn 20 – 24 juli 2015, sum H. N. Jacobsens bókahandil og Fróðskaparsetur Føroya í felag skipa fyri.

Skjalasavnið hjá Samfundet Sverige-Färöarna var í februar 2011 latið Riksarkivet, og har kunnu granskarar frítt síggja tilfarið. Í savninum, sum er skrásett og skipað, eru gerðabøkur, brævaskifti, egnar útgávur o.a. Limablaðið Tiðindablaðið er tøkt frá 1989 til 2010.

Heimasíða
Samfundet Sverige-Färöarna hevur heimasíðu við hópin av kunning um felagið og um Føroyar.
Og felagið er eisini á Facebook.

Samfundet Sverige-Färöarna

Samfundet Sverige-Färöarna á YouTube:

Samfundet Sverige-Färöarna