Aftur

Birgitta Hylin 100 ár


Føroyavinurin Stina Birgitta Charlotta Hylin er fødd 24 juli 1915 og doyði 16 apríl 1998 í Solna, ein forstaður til Stockholm, har hon búði. Hon var dóttir tannlæknan Frithiof Nordström og Gerdu von Porat. Frá 1937 til 1962 var hon gift við tannlæknanum Gösta Hylin.

Birgitta Hylin fekst við at týða, og árini 1946-1950 týddi hon barnabøkur úr donskum, norskum og enskum. Hon var tónaskald og skrivaði løg til fleiri vísur og var eisini vísusangari. Í 1941 var hon millum fyrstu kvinnurnar, sum sluppu at tekna seg sum lim í Samfundet Visans Vänner, sum var stovnað í november 1936 av m.ø. Evert Taube. Kendasta vísulagið eftir hana er Sommardansen, sum Erik Axel Karlfeldt hevði yrkt, og sum Karin Juel sang inn á plátu í 1949.

Birgitta Hylin hitti ein føroying á fimleikastevnu í Svøríki í 1950’árunum og fekk tá eitt sindur at vita um Føroyar, sum hon visti lítið um frammanundan. Hon var fyrstu ferð Í Føroyum í 1968. Hon hevði frætt, at her var livandi og rík kvæða- og vísumentan, og um tað gekk sjón fyri søgn. Her var nógv hjá henni, sum hevði so stóran áhuga fyri fólkamentan, at gera seg kunnuga við, og henda fund vildi hon sleppa at bera sínum landsmonnum. Hon treivst væl í Føroyum og fór at læra seg føroyskt og lærdi skjótt málið.

Savnaði inn vísur og skjaldur
Birgitta ferðaðist komandi árini javnan í Føroyum og savnaði inn vísur og skjaldur fyri Svenskt visarkiv. Hon las fólkalívsfrøði, og í 1971 skrivaði hon lærda ritgerð um føroyskar barnarímur og skjaldur: Skjaldur. En studie över barnvisan och barnramsan på Färöarna. (Fra Færøerne. Úr Føroyum. Bd. 6. Keypmannahavn, 1972, s. 49-65.) Tilfarið til ritgerðina hevði Birgitta Hylin savnað frá 1968 til 1971, tá hon vitjaði í fleiri bygdum og skrivaði og tók upp umleið 600 skjaldur. Endamálið við ritgerðini var ‘att genom ramsorna belysa några natur- och kulturföreteelser som är unika och speciella för landet.’ (s. 49)

Skjaldrini bólkaði hon soleiðis:
1. Dansvisor (t.d. Dansa dansa deiga)
2. Skämtvisor (t.d. Ríða ríða ranka)
3. Visor om mat, slakt etc (t.d. Rukkulakki fór sær oman eftir á)
4. Djurvisor (t.d. Krákan sigur “Krá krá krá”)
5. Grýla-ramsan (t.d. Oman kemur grýla frá gørðum)
6. Räkneramsor (t.d. Inga pinga)
7. Vaggvisor (t.d. Rura rura barnið)
8. Vallvisor (t.d. Eg sat mær í heyggi)
9. Besvärjelser (t.d. Marra, marra, minni)

Birgitta Hylin leggur dent á týdningin, at hildið verður fram at savna inn skjaldur og fáa lýst, hvørji skjaldur enn verða sungin og hvar. Hon sigur í ritgerðini, at júst í Føroyum, sum liggja so fjarskotnar, ber serliga væl til við skjaldrunum ella barnarímunum at kanna munnligan skaldskap. (s. 64)

Í 1977 játtaði svenski listagrunnurin henni 25.000 kr. til at umseta og granska føroyskar barnarímur.

Í 1984 gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út bóklingin Trumm trumm tralalei. Hetta vóru sløk 50 skjaldur, eitt lítið úrval úr tí, sum Birgitta Hylin hevði savnað. Nøkur løg til skjaldrini vóru eisini í bóklinginum, og tilskilað varð í hvørji bygd skjaldrini vóru uppskrivað. Birgitta ger í fororðinum vart við, at skjaldur Ikki longur eru sjálvsagdur partur av gerandislívi føroyinga. Hon nevnir eisini, at tað, sum verður borið fram í bóklinginum, bara er ein máti av mongum at syngja skjaldur, og leggur aftrat, at: “Tá ið talan er um fólkalist, er einki skeivt, men í tí heiminum eru hundrað ymisk snið og fleiri – og øll eru ‘tað rætta’ og mong eru ‘tað besta’ – hvørt á sínum stað.” (s. 2) Í Varðanum, bind 51, 1984, s. 296-300 ummælir Marius Johannesen (M.I.) hesa útgávuna. Han er fegin um, at útlendingar fara undir at savna inn skjaldur, men heldur, at vit áttu sjálvi at gjørt hetta, og tá helst betur. Men her liggur so nógv á láni. Marius hevur onkra viðmerking um sjálva uppskrivingina og ivast í, um hon altíð er so røtt, eitt nú tá skrivað verður ‘Ríða, ríða ranka’, har Marius minnist tey hava sungið ‘ride ranka’. Hann heldur kortini, at vit eiga at vera takksom fyri, at ein útlendingur ger sær tann ómak at koma higar at hjálpa okkum at varðveita okkara dýrgripir, sum annars skjótt kunnu fara í gloymibókina. (s. 297)

Birgitta Hylin er ein av teimum týðningarmestu innsavnarunum av føroyskum skjaldrum, og í verkinum Skjaldur, rímur og ramsur. Orð og løg upptikin 1902-2000 (Hoyvík, Stiðin, 2012), sum Marianne Clausen ritstjórnaði, átti Birgitta ikki færri enn 110 av teimum 331 løgunum. (s. 22)

Birgitta fekk í 1978 heiðurstekin í silvuri frá svenska felagnum Visans Vänner.

Týðarin
Við útgávuni Noveller från Färöarna. En antologi. (Stockholm, P.A. Norstedt, 1976) var Birgitta Hylin farin undir at týða føroyskar bókmentir, og tað helt hon áfram við tey komandi árini. Hon týddi m.a. Feðgar á ferð og fleiri stuttsøgur eftir Heðin Brú (Fattigmans heder. Stockholm, Bokförlaget Pan/Norstedts, 1977 og Fjällskuggan och andra noveller från Färöarna. Stockholm, P.A. Norstedt & Söners förlag, 1981). Hon týddi søgnina Snæbjörn eftir Jakob Jakobsen (Stockholm, Samfundet Sverige-Färöarna, 1978), stuttsøgusavnið Av longum leiðum eftir Gunnar Hoydal (Långt bortifrån. Med Färöarna i hjärtat. Linköping, Linnaeus förlag, 1992) og skaldsøguna Rekamaðurin eftir Jens Pauli Heinesen (Vrakgods. Otalampi, Sahlgrens Förlag AB, 1992), og eisini brot úr skaldsøguni Eitt dýpi av dýrari tíð (Jens Pauli Heinesen: Eitt dýpi av dýrari tid. Ett djup av dyrbar tid. Í: Rallarros, nr. 1 (57) (1985), s. 30-39) og eina stuttsøgu (Jens Pauli Heinesen: En sagolik historia om två människobarn. Í: Café Eksistens, Nr. 45, 1990, s.72-80.). Í 2001 komu út Fyra sägner från Färöarna (Stockholm, Samfundet Sverige-Färöarna, 2001).

Saman við Ebbu Lindberg ritstjórnaði Birgitta Hylin eina føroyskt-svenska orðabók: Färöord. Liten färöisk-svensk ordbok (Stockholm, Samfundet Sverige-Färöarna, 1984), 268 síður við stuttari mállæru, sum Ebba Lindberg hevði skrivað.

Í 1984 fekk Birgitta Hylin 15.000 sv. kr. sum heiðursgávu frá svenska rithøvundagrunninum fyri bókmentaliga starv sítt.

Føroyavinurin
Birgitta Hylin tók stig til at stovna vinafelagið Samfundet Sverige-Färöarna í november 1973.

Tað var meir enn eitt eiti, at Birgitta Hylin var Føroyavinur, tí hon arbeiddi sanniliga fyri tí, sum lá henni á hjarta. Hon var altíð til reiðar at halda kunningarfundir um Føroyar, og boð vóru ofta eftir henni. Serliga var tað Föreningen Norden, sum heitti á hana at koma at kunna um Føroyar. Birgitta Hylin plagdi at halda fyrilestrar, syngja vísur og vísa dømi um føroyskan dans undir heitinum “Färöarna - okänt land i Norden”. Hon var eisini við í sendingum í svenska útvarpinum og sjónvarpinum og greiddi frá tí, sum hon hevði lært og upplivað í Føroyum. Hon legði dent á at greiða frá føroysku nútíðini, tí, sum hon segði, tað sum hendi fyrr í tíðini ber altíð til at lesa um.

Frá blaðumrøðu vita vit, at Birgitta Hylin 25. mars 1975 var í Klaksvík og hevði vísukvøld.
Við guitarundirspæli sang hon svenskar vísur, men okkurt føroyskt var eisini á skránni. Hon framførdi eisini á Tvøroyri, Býarbókasavninum í Havn og á Læraraskúlanum. (14. September, 26. mars 1975)

Hon hevði eisini onkra sending í Útvarpi Føroya, har hon m.a. sang svenskar vísur, sum hon sjálv hevði gjørt løg til. Og hon vitjar fleiri skúlar og syngur fyri næmingunum.

Tað er um hetta mundi, at hon týddi Tú alfagra land mítt til svenskt.

Í blaðsamrøðu í Dagblaðnum á sumri 1978, tá Birgitta Hylin er aftur á vitjan, leggur hon dent á týdningin tað hevur, at fólk úr ymsum londum hittast, tí bara at hava formligt samband millum lond er ikki nóg mikið. Tað er hetta at knýta sambond, sum er aðaltátturin í hennara virksemi. Birgitta hevur júst týtt søgnina Snæbjørn, sum Jákup Jakobsen skrivaði upp. Týðingin fer at verða brúkt sum gávubók til limirnar í Samfundet Sverige-Färöarna. Foreningen Norden ætlar eisini at brúka hana til gávur, og svensk bókasøvn fara at keypa bókina til sínar lánarar. Í samrøðuni verður nevnt, at eitt kort við staðarnøvnum er við í útgávuni.
Birgitta býr í Nólsoy hesaferð, hon er í Føroyum, og serliga úti á bygd er ein heilt serligur fløvi at kenna. Føroyingar hava megnað at koma inn í nútíðina uttan at missa seg sjálvar burtur, og hon ivast í, um Føroyar nakrantíð verður eitt land, ið fer at taka ímóti fjøld av ferðafólki. Føroyingar eru ov grundfestir til at geva seg sjálvar yvir til útlendinganna fyri at vinna pening burtur úr turismu sum vinnuvegi. Og tí kunnu ferðafólk heldur ikki rokna við eini serligari "servisu".
Birgitta nevnir í samrøðuni vendingina "Tú fert so illa", sum hon sigur er so sermerkt føroysk, eitt hjartaligt og serskilt úttrykk fyri eini serligari hjartamentan, sum ikki hevur sín líka aðrastaðnis. (Dagblaðið, nr. 54, 21. juli 1978)

Birgitta Hylin vitjar aftur í Føroyum í mars 1985. Tá er hon í ferðalag við donsku vísusongkvinnuni Hanne Juul. Tær syngja norðurlendskar vísur, bæði fólkavísur og nýggjari vísur, og tær kalla seg “Grýlurnar”, sum hóskar seg væl nú í føstuni. Hanne Juel er donsk, hevur búð nógv ár í Íslandi, men býr um hetta mundið í Svøríki. Tær báðar syngja til eitt hugnakvøld í Mettusotvu og hava eisini konsert í Norðurlandahúsinum.

Birgitta Hylin hevði gott samstarv við vinafelagið Finland-Färöarna – Tjaldur, og har var hon eisini heiðurslimur.